Politiskt vald og luttøka hjá kvinnum
Kunning um politiskt vald og luttøku hjá kvinnum í vesturnorðri
Danmark
Danmark hevur havt fólkaræði síðan 1849. Men ikki fyrr enn í 1915 finu kvinnur atkvøðurætt og møguleika at stilla upp til tjóðarval. Í verandi samgongu er 43,5% kvinnur. Hetta merkir tó ikki, at javnstøða er í politiskari umboðan og luttøku.
Niðanfyri er tilfar, ið greiðir frá støðuni hjá kvinnum í politikki og politiskari luttøku í Danmark.
Ligestilling i kommunerne. Miljø- og Ligestillingsministeriet. Á donskum.
Frágreiðing um javnstøðu og politiska umboðan á kommunalum stigi.
Fremgang og stilstand i toppen af dansk politik. Tinne Steffensen og Lumi Zuleta. Institute for Human Rights. 2022. Á donskum.
Ein greining hjá Mannarættindaráðnum av umboðan av kyni og etnisiteti hjá valevnum til fólkatingsvalið í 2022 og samgongur í 1988-2022.
Kvinder i Folketinget. Folketinget. Á donskum.
Søgulig frágreiðing hjá danska fólkatinginum av politisku luttøkuni hjá kvinnu,
Føroyar
Í 2024 er kvinnuumboðanin 44% í Landsstýrinum, 30% í Løgtinginum og 36% í kommununum. Miðvíst arbeiði fer fram at økja talið av kvinnum í føroyskum politikki. Jona Henriksen og Karin Kjølbro vóru fyrstu kvinnurnar, sum vórðu valdar á ting, og í 1993-94 var Marita Petersen løgmaður í Føroyum
Niðanfyri er tilfar, ið greiðir frá støðuni hjá kvinnum í politikki og politiskari luttøku í Føroyum.
“Ymiskar fortreytir. Ein lýsing av vantandi javnstøðuni í Føroyum”, Javnaðarflokkurin á Fólkatingi, 2020. Á føroyskum.
En beskrivelse af manglen på lige rettigheder på Færøerne med vægt på politisk deltagelse, ledelse og demokrati, komitéer og råd.
“Gallup veljarakanning fyri Demokratia”, Demokratia, 2022. Á føroyskum.
Framløga av hagtølum um leiklutin hjá kyni í politiskari luttøku og tá farið verður á val í Føroyum.
Demokratia. Á føroyskum.
Heimasíða hjá Demokratia, felagsskapur, ið skipar fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at økja um leiklutin hjá kvinnum í politiskum avgerðum.
Grønland
Niðanfyri er tilfar, ið greiðir frá støðuni hjá kvinnum í politikki og politiskari luttøku í Grønlandi.
Intervention to CEDAW. Sarah Olsvig. 2021. Á enskum.
Innlegg frá Mannarættindaráðnum í Grønlandi til CEDAW um “Virknu luttøku, ráðføring og samtykki hjá upprunafólkakvinnum og -gentum í politiska og almenna lívinum”, frá 2021.
Major challenges await Greenland’s new minister for gender equality. NIKK, 2018. Á enskum.
Samrøða við Inge Olsvig Brandt, skrivstovuleiðara hjá Javnstøðunevndini í Grønlandi.
Greenland. Global Media Monitoring Project, 2021. Á enskum.
Landafrágreiðing úr Grønlandi um kyn í tíðindamiðlunum frá 2021.
Ísland
Ísland var fyrsta landið í heiminum, sum demokratiskt valdi eina kvinnu til forseta, Vígdis Finnbogadóttir í 1980, men tað var ikki fyrr enn í 2009, at fyrsta kvinnan gjørdist forsætisráðharri, Jóhanna Sigurðardóttir. Í 2024 er kvinnur 47,2% av tingfólkunum í Alþinginum, íslendska tinginum, og 50,4% av lokalu stjórnunum.
Niðanfyri er tilfar, ið greiðir frá støðuni hjá kvinnum í politikki og politiskari luttøku í Íslandi.
Doing and Becoming: Women‘s Movements and Personhood in Iceland 1870-1990. Sigríður Dúna Kristmundsdóttir. Háskóli Íslands, 1997. Á enskum.
Ein víðfevnd greining av hugsjónum og tiltøkum hjá íslendsku kvinnurørsluni, frá tá felagsskapurin byrjaði í seinnu selvt av 19. øld og fram til í dag.
From Feminism to Class Politics: The Rise and Decline of Women‘s Politics in Reykjavik. Auður Styrkársdóttir. Umeå University, Svøríki, 1998. Á enskum.
Ein ritgerð, sum lýsir sambandið millum kvinnurættindi, flokspolitikk og patriarkalskt vald í tíðarskeiðinum 1908-1926 í Íslandi. Hesi árini stillaðu kvinnur í Íslandi upp í politikki á egnum listum, bæði lokalt og nationalt.
Women’s Suffrage in Iceland. Kvinnusøgusavnið. Á enskum.
Ein stutt grein um, hvussu kvinnur í Íslandi fingu rætt at atkvøða í 1915, á heimasíðuni hjá Kvinnusøgusavninum.
Power and Influence. Hagstova Íslands. Á enskum.
Heimasíða rikin av Hagstovu Íslands við lyklatølum um kvinnur og menn í politikki og rættarskipanina í Íslandi í 2018.
Women in Parliament. Alþingi. Á enskum.
Heimasíða rikin av Alþinginum, íslendska tinginum, um kvinnur, sum hava virkað í tinginum ígjøgnum árini.

