Intersektionellur mismunur

Intersektionellur mismunur

Kunning um intersektionalan mismun í vesturnorðri.

Danmark

Mismunur er í Danmark. Fólk við etniskum minnilutauppruna eru t.d. fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum, í náttarlívinum og á sosialum miðlum. 45% av tilflytarum og eftirkomarum við ikki-vesturlendskum uppruna hava verið fyri mismuni orsaka av teirra uppruna.

Niðanfyri er tilfar, ið greiðir frá intersektionellum mismuni í Danmark

Mino Think. Mino Danmark. Á donskum.
Ymsar frágreiðingar frá Mino Danmark.

Køn og handicap. DH – Danske handicaporganisationer. Á donskum.
Amboðskassi frá Danske Handicaporganisationer, sum fevna um greiningar og annað um kyn og brek.

Reports by LGBT+ Denmark. LGBT+ Denmark. Á donskum.
Forskellige frágreiðingar frá LGBT+ Danmark.

Føroyar

Føroyar eru eitt lítið oyggjasamfelag, og í slíkum samfeløgum er intesektionellur mismunur ofta ein trupulleiki. Mismunurin sæst aftur í samfelagnum á ymiskan hátt. Í 2006 kom tann sokallaða rasismugreinin 266b í gildi í Føroyum, hjúnabandslógin sum loyvir pørum av sama kyni at giftast, varð samtykt í 2017, men tá integratiónslóg varð løgd fram fyri tingið í 2024, fall hon.

Niðanfyri er tilfar, ið greiðir frá intersektionellum mismuni í Føroyum.

“Den usynlige understrøm. Migration og tilhørsforhold blandt Færøernes LGBT+-minoriteter”. Firouz Gaini. Tidsskrift for kjønnsforskning, Universitetsforlaget. 2024. Á enskum.
Akademisk grein sum lýsir og tulkar støðuna hjá LGBT+-minnilutum í Føroyum frá 1940-árunum til í dag.

“Marriage Migrants to the Faroe Islands: An Analysis of the Life-World of Non-Western Women Married to the Faroe Islands”. PhD ritgerð hjá Rúnu Preeti Isfeld. Aalborg Universitet. 2019. Á enskum.
PhD ritgerð um lívsheimin hjá ikki-vesturlendskum kvinnum, sum eru giftar við makum úr Føroyum.

“”Employers could use us, but they don’t”: voices from blue-collar workplaces in a norther periphery”. Anna-Elisabeth Holm, Bernadette O’Rourke, Mike Danson. Springer. 2019. Á enskum.
Vísindalig grein, sum kannar upplivingar á arbeiðsmarknaðinum hjá tilflytarum, sum ikki eru úr norðurlondum og eru fluttir til Føroya.

“Rætt til ríkisborgararætt?” Javnaðarflokkurin á Fólkatingi. 2024. Á føroyskum.
Frágreiðing um ríkisborgararætt og støðuna hjá tilflytarum í Føroyum.

“”It’s like they have a cognitive map of relations’: Feeling strange in a small island community”. Hayfield, E. A., & Schug, M. Journal of intercultural studies. 2018. Á enskum.
Vísindalig grein, sum kannar, hvussu tilflytarar uppliva at búgva í Føroyum.

Grønland

Niðanfyri er tilfar, sum greiðir frá intersektionellum mismuni í Grønlandi.

Human Rights in Focus. Report to Inatsiartut 2022-2023. Danish Institute for Human Rights, 2023. Á enskum, donskum og grønlendskum. 
Ein 2023-frágreiðing frá Danska Mannarættindastovninum til Løgtingið í Grønlandi, Inatsisartut, um støðuna hjá mannarættindum og kvinnurættindum í Grønlandi.

Mannarættindaráðið í Grønlandi
Mannarættindaráðið í Grønlandi (IPS) er eitt sjálvstøðugt ráð, ið virkar fyri at menna vitan og førleikar og hevur sum endamál at fremja og verja mannarættindi í Grønlandi.

Tilioq. Á grønlendskum, donskum og enskum.
Tilioq arbeiðir fyri at verja rættindi, vælferð og møguleikar hjá fólki, ið bera brek, og stuðlar samfelagnum í at taka hædd fyri tørvum hjá fólki, ið bera brek.

NIIK
Nunatsinni Inuit Innarluutillit Kattuffiat er ein savnandi felagsskapur fyri landsfevnandi brekfeløg og lokal feløg.

Ísland

Island samtykti fyrstu umfatandi javnstøðulógina í 1975, men tað var ikki fyrr enn í 2018, at lóg, sum bannaði allan mismun óansæð rasu og etniskan uppruna varð samtykt. Kynsligt sjálvræði var tryggjað við lóg í 2019.

Niðanfyri er tilfar, sum greiðir frá intersektionellum mismuni í Íslandi.

“Always in Second Place”. Transnational Women in East-Iceland, Intersectionality and Gender Equality in the Regions. Margaret Anne Johnson. The University of Iceland, 2019. Á enskum.
Ein masterritgerð, ið kannar, hvussu kvinnur úr øðrum mentanum skilja kyn og javnstøðu, tá tær eru í einum landi, sum er øðrvísi enn teirra upprunaland, og enn meira, tá tær búgva í útjaðaranum av hesum samfelagnum.

LGBTI affairs. Stjórnarráðið í Íslandi. Á enskum. 
Ein heimasíða, sum stjórnin í Íslandi rekur. Á heimasíðuni er kunning um LGBTI-rættindi og yvirlit yvir verandi lóggávu og virkisætlanina fyri 2022-25.

Epistemic Violence Toward Immigrant Women in Iceland: Silencing, Smothering, and Linguistic Deficit. Jón Ingvar Kjaran, Brynja E. Halldórsdóttir. Nordic Journal of Migration Research, 2022. Á enskum.
Ein grein, ið kannar, hvussu søgur, sum eru komnar fram við #metoo-rørsluni í Íslandi vísa, hvussu mentan og stovnar í Íslandi eru við til at kúga útlendskar kvinnur, ið uppliva harðskap og fáa tær at tiga.