Feministiskir felagsskapir og tilfeingi

Feministiskir felagsskapir og tilfeingi

Leinki til feministiskar felagsskapir og annað tilfeingi í vesturnorðri.

Danmark

Í 1871 varð Dansk Kvindesamfund stovnað við endamálinum at stríðast fyri rættindum hjá kvinnum til útbúgving. Í 1880-árunum stóðu fleiri kvinnufeløg fram, og tað radikala feministiska tíðarritið “Hvad-Vi-Vil” kom út. Í 1915 fingu kvinnur valrætt. Feministiskar felagsskapir hava søguliga sæð verið – og eru framvegis – týdningarmiklir í stríðnum fyri javnstøðu í Danmark.

Niðanfyri eru leinki til feministiskar felagsskapir og aðrar heimildir í Danmark.

Ordbog. LGBT+ Danmark
Orðabók og opslagsværktøj frá LGBT+ Danmark

Rage
RAGE er ein altjóða, fjølbroytt feministisk talgild og prentað zine og ein pallur, ið gevur rúm fyri at vísa feministiska vreiði sum eitt amboð til skapandi broyting og handling.

Amnesty International Denmark
Amnesty er heimsins størsta rørsla fyri mannarættindum. Danska deildin hjá Amnesty International hevur fleiri enn 65.000 gjaldandi limir.

Færøerne

Søguliga hava kvinnufelagsskapir havt stóran týdning í føroyska samfelagnum. Í 1944 varð føroyska kvinnufelagið í Danmark stovnað, í 1952 var kvinnufelagið í Havn stovnað, og sama ár kom fyrsta útgávan av blaðnum Kvinnutíðindi út. Feministisku felagsskapirnir hava havt alstóran týdning fyri at tryggja meira javnstøðu í Føroyum. Og arbeiðið heldur støðugt áfram í dag, tí enn eru vit ikki á mál.

Niðanfyri eru leinki til feministiskar felagsskapir og aðrar heimildir í Føroyum.

Kvinnufelagið i Havn
Kvinnufelagið í Havn, sett á stovn í 1952.

Kvinnufelagssamskipan Føroya, KFS
Meginfelag fyri kvinnufeløg í Føroyum.

Frítt val
Rørsla teirra, sum stríðast fyri fríari abort í Føroyum við tí høvuðsendamáli at virka fyri, at føroyska heilsuskipanin veitir øllum kvinnum og persónum við lívmøðrum atgongd til abort – í tryggum, fordómsfríum og lógligum umstøðum

LGBT Føroyar
Rørsla til frama fyri samkynd, tvíkynd og tvørkynd í Føroyum við endamáli at økja um trivnaðin hjá kynsligum minnilutum í samfelagnum.

Amnesty Føroyar
Felagsskapur, sum arbeiðir fyri at tey 30 rættindini í ST-yvirlýsingini um mannarættindi eru her í Føroyum og kring allan heim.

Kyn
Seksualundirvísing til føroysk ung, sum hevur til endamál at fremja seksualundirvísing á læknavísindaligum grundarstøði fyri at betra um trivnað og seksuella heilsu millum føroysk ung.

Kvinnuhúsið
Kreppumiðstøð fyri kvinnur og børn teirra, sum hava verið útsett fyri harðskapi.

Javnstøðunevndin
Javnstøðunevndin er ein sjálvstøðug nevnd undir Almannamálaráðnum, sum hevur til endamáls at beina burtur allan mismun vegna kyn

Demokratia
Demokratia skipar fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at økja um leiklutin hjá kvinnum í politiskum avgerðum, so talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrum økist, og umboðanin samsvarar tá leið við umboðanina í hinum Norðurlondunum.

Grønland

Niðanfyri eru leinki til feministiskar felagsskapir og aðrar heimildir í Grønlandi.

8. marts bólkurin
8. mars bólkurin er ein græsrótarørsla, sum arbeiðir við evnum, sum knýta seg at javnstøðu. Bólkurin arbeiðir serliga við harðskapi móti kvinnum.

Javnstøðunevndin í Grønlandi
Javnstøðunevndin hevur sum uppgávu at fremja javnstøðu millum menn og kvinnur í grønlendska samfelagnum.

Island

Feministiska rørslan hevur havt ein avgerandi leiklut í at skapa broytingar í Íslandi síðani fyrsta kvinnurættindafelagið varð stovnað í 19. øld. Søguliga hevur íslendska kvinnurørslan havt eitt sterkt samband til altjóða feministisku rørsluna.

Niðanfyri eru leinki til feministiskar felagsskapir og aðrar heimildir í Íslandi

W.O.M.E.N. 
W.O.M.E.N. í Íslandi er ein felagsskapur, sum hevur til endamáls at sameina, umboða og taka sær av áhugamálum og avbjóðingum hjá kvinnum av útlendskum uppruna, sum búgva í Íslandi.

Kvinnurættindafelag Íslands
IWRA, Íslendska Kvinnurættindafelagið, varð stovnað í 1907 við kravinum um kvinnurættindi og javnstøðu á arbeiðsplássinum og á politiska økinum. IWRA er limur í European Women’s Lobby (EWL) og International Alliance of Women (IAW).

Stígamót
Stigamót er ein ráðgevingarstovnur fyri fólk, sum hava verið fyri kynsligum harðskapi í Íslandi. Tey bjóða ókeypis og dulnevnda ráðgeving

Kvinnusøgusavnið
Kvinnusøgusavnið savnar upprunatekstur, sum hava við kvinnusøgu í Íslandi at gera. Savnið er ein óheftur felagsskapur, ið húsast í Landsbókasavninum í Íslandi

Kvinnuhúsið
Eitt skjól og ein ráðgevingartænasta fyri kvinnur í Íslandi, sum hava verið fyri harðskapi í tøttum sambondum.

Samtökin ’78
Samtökin ’78 er ein áhuga- og aktivismufelagsskapur, sum hevur verið í Íslandi síðani 1978. Endamálið er at tryggja, at samkynd, tvíkynd, aseksuell, panseksuell, inteseksuell, trans og onnur kvir fólk eru sjónlig, viðurkend og hava full rættindi í íslendska samfelagnum, óansæð hvar tey koma frá.

ÖBÍ
ÖBÍ arbeiðir fyri rættindum hjá fólki við breki. Endamál teirra er, at íslendska samfelagið skal vera eitt samfelag við javnrættindum og rættvísi, har allir einstaklingar, óansæð teirra likamligu og sálarligu førleikar, hava eina virðiliga lívsstøðu og javnbjóðis møguleikar til eitt sjálvstøðugt lív og aktiva sosiala luttøku. ÖBÍ er eitt meginfelag við 40 limafeløgum.

Javnrættisstovnurin 
Javnrættisstovnurin er tann almenni stovnurin í Íslandi, sum hevur ábyrgd av øllum málum, ið snúgva seg um javnstøðu.