Javnløn og arbeiðsmarknaðurin
Kunning um støðuna hjá javnløn og arbeiðsmarknaðin í vesturnorðri.
Danmark
Í Danmark varð javnstøðulógin samtykt í 1976 og skal eins og EU-samtyktin frá 1975 tryggja, at øll kyn hava rætt til líkaløn og lønartreytir fyri sama arbeiði ella arbeiði av sama virði. Í 2023 var lønargjógvin 12,4%.
Niðanfyri er tilfar, ið greiðir frá javnløn og arbeiðsmarknaðinum í Danmark.
Diversitetsbarometer. Á donskum.
Ein eitt ára kortlegging av kynjafjølbroytni og -javnstøðu á danska arbeiðsmarknaðinum.
Ligestilling. Statistics Denmark. Á donskum.
Hagtøl um løn og javnstøðu frá Danmark statistik.
Forældreskabets konsekvenser for indkomsten. DM. 2020. Á donskum.
Greining hjá fakfelagnum DM um avleiðingarnar av foreldraleiklutinum fyri inntøkuna hjá kvinnum.
Føroyar
Í Føroyum hava kvinnur sum heild lægri størv, lægri útbúgving og arbeiða meira niðursetta tíð í mun til menn. Lønin hjá kvinnum veksur ikki eins skjótt sum lønin hjá monnum, og tá vit gerast foreldur, gerst munurin millum inntøkuna hjá kvinnum og monnum enn størri. Ein týðandi persónur í stríði fyri javnløn var fakfelagsforkvinnan Andrea Árting.
Niðanfyri er tilfar, ið greiðir frá javnløn og arbeiðsmarknaðinum í Føroyum.
“Gender segregation in the periphery – The Faroe Islands as a case in point” by Erika Anne Hayfield. In Lyck, Lise, ed., Hvordan sikres bæredygtige arbejdsmarkeder i Nordens yderområder. 2016. Á enskum.
Vísindalig grein um kynsjavnvágin á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum.
Part-Time Work in the Nordic Region III – An introductory study of the Faroe Islands, Greenland and Åland Islands. Erika Anne Hayfield, Rógvi Olavson and Lív Patursson. Nordic Council of Ministers. 2016. Á enskum.
Ein byrjanarkanning av parttíðararbeiði í Føroyum, Grønlandi og Álandi
“Fáa kvinnur og menn somu løn frá tí almenna og hava børn nakra ávirkan á lønina hjá kvinnum á almenna arbeiðsmarknaðinum?” Jón Joensen. Hagstova Føroya. 2009. Á føroyskum.
Ein kanning av javnløn í Føroyum og um tað, at fáa børn, ávirkar lønina hjá kvinnum á almenna arbeiðsmarknaðinum.
“Okkara grannalond”. Javnstøðunevndin. 2019. Á føroyskum.
Stutt grein um støðuna hjá Føroyum í mun til Global Gender Gap Index.
Grønland
Niðanfyri er tilfar, ið greiðir frá javnløn og arbeiðsmarknaðinum í Grønlandi.
Equality in Isolated Labour Markets. Equal opportunities for men and women in geographically isolated labour markets in Læsø (DK), Suðuroy (FO), and Narsaq (GL). Helene Pristed Nielsen, Erika Anne Hayfield, Steven Arnfjord. 2020. Á enskum.
Hendan frágreiðingin setur sjóneykuna á fólk, ið búgva og arbeiða í landafrøðiliga avbyrgdum økjum í Norðurlondum, og hvussu spurningar um javnstøðu ávirka arbeiðs- og familjulívsavgerðir.
Part-Time Work in the Nordic Region III – An introductory study of the Faroe Islands, Greenland and Åland Islands. Erika Anne Hayfield, Rógvi Olavson and Lív Patursson. Nordic Council of Ministers. 2016. Á enskum.
Ein byrjanarkanning av parttíðararbeiði í Føroyum, Grønlandi og Álandi
Ísland
Kvinnur í Íslandi hava verið í verkfalli sjey ferðir, í 1975, 1985, 2005, 2010, 2016, 2018 og 2023, men framvegis er lønarmunur millum kynini. Nógv amboð er tikin í nýtslu fyri at javna lønarmunin í Íslandi, har tað nýggjasta er Javnlønarstandardurin.
Niðanfyri er tilfar, ið greiðir frá javnløn og arbeiðsmarknaðinum í Íslandi
Equality in the Labor Market. Íslendska Stjórnarráðið. Á enskum.
Heimasíðan er rikin av íslendsku stjórnini og kunnar um galdandi lóggávu um javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum.
Leitar tú eftir kunning um javnløn í Íslandi? Alt um The Equal Pay Standard. Icelandic Women’s Rights Association, 2018. Á enskum.
Ein stutt grein, sum lýsir søguna um javnløn í Íslandi og kunnar um javnlønstandardin.
Equal Pay Certification. Javnstøðunevndin. Á enskum.
Heimasíða hjá Javnstøðunevndini, sum kunnar um javnlønstandardin og hvussu hann verður settur í verk í Íslandi.
Kvinnuverkfallið. Kvennafrí 2023. Á enskum.
Kvinnur í Íslandi eru farnar í verkfall sjey ferðir síðani 1975. Hetta er almenna heimasíðan hjá verkfallinum.
Rættindi hjá kvinnum og javnstøða viðvíkjandi løn, viðferð á arbeiðsplássinum, arbeiðsmarknaðinum og yrkisleið í Íslandi. Evropaparlamentið, 2021. Á enskum.
Ein stutt frágreiðing frá nevndini fyri kvinnurættindi og javnstøðu í Evropaparlamentinum um rættindi hjá kvinnum og javnstøðu millum kynini á arbeiðsmarknaðinum í Íslandi.
Arbeiðsmarknaðurin. Hagtøl í Íslandi. Á enskum.
Heimasíða rikin av Hagstovu Íslands við lyklatølum um kvinnur og menn á arbeiðsmarknaðinum í Íslandi í 2018.
Job Evaluation Report of the Task Force on Pay Equity and Equality in the Labour Market. Forsætisráðsskrivstovan, Ísland, 2024. Á enskum.
Frágreiðing skrivað av arbeiðsbólki, sum hevur havt til uppgávu at samanbera lønarmetingarskipanir fyri at røkka javnløn kring allan heim, við at menna eitt uppskot og eina roydnarverkætlan í Íslandi.
Job evaluation system to promote pay equity. Jafnlaunastofa, 2024. Á enskum.
Ein lønarmetingarskipan gjørd til verkætlanarbólkin um javnløn og javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum.

