Javnstøða millum kynini
Kunning um støðuna hjá javnstøðu millum kynini í vesturnorðri.
Danmark
Danmark var nummar 23 á Global Gender Gap Report hjá World Economic Forum í 2023, í mótsetning til hini vestnordisku og norðurlendsku londini, sum lógu ovast á listanum. Í Danmark er ein víðgongd mýta um, at landið er á odda við høgari javnstøðu, men kvinnur í Danmark møta framvegis óteljandi forðingum, bæði í skipanini og í gerandisdegnum.
Nedenfor er der forskellige kilder til bedre at forstå kvinders rettigheder og ligestilling i Danmark.
Frágreiðingar um javnstøðu. Umhvørvis- og javnstøðumálaráðið. Á donskum.
Frágreiðingar um javnstøðu í Danmark á kommunal-, regional- og ríkisstigi, sum kemur út triðja hvørt ár.
Everyday sexism project. Á donskum.
Ein heimasíða við endamálinum at skjalprógva frásøgur og upplivingar við kynjamismuni í Danmark.
Føroyar
Stór kanning útgivin í 2023 vísir, at í Føroyum eru kvinnur og menn á flestum økjum ósamd um spurningar viðvíðkjandi javnstøðu. Ein gjógv er millum kynini viðvíkjandi fatanum, upplivingum og sjónarmiðum um javnstøðu.
Niðanfyri er tilfar, ið greiðir frá støðuni hjá kvinnum og javnstøðu millum kynini í Føroyum.
Women’s rights – at a glance. Javnstøðunevndin. Á enskum.
Faldari um kvinnurættindi framleiddur av Javnstøðunevndini.
Kyn, javnstøða og javnrættindi: Hvat halda føroyingar? Ein kanning um hugburð til javnstøðu í Føroyum. Hayfield, Albinus and í Skorini. 2023. Á føroyskum.
Umfatandi vísindalig kanning um javnstøðu í Føroyum og hugburðin hjá føroyingum til javnstøðu.
Javnstøðunevndin, á føroyskum og enskum.
Heimasíðan hjá Javnstøðunevndini við kunning um javnstøðu í Føroyum. Tilfar bæði á føroyskum og enskum.
Grønland
Niðanfyri er tilfar, ið greiðir frá støðuni hjá kvinnum og javnstøðu millum kynini í Grønlandi.
Javnstøðunevndin í Grønlandi
Javnstøðunevndin hevur sum uppgávu at fremja javnstøðu millum menn og kvinnur í grønlendska samfelagnum.
Examining Gender Equality in Greenland in the Last Thirty Years: An Investigation through the Lens of the CEDAW Convention’s Examinations. Siff Lund Kjærgaard. Sibirica: Interdisciplinary Journal of Siberian Studies, 2023. Á enskum.
Hendan greinin greinar javnstøðu í Grønlandi við at kanna skjøl, ið hava við kanningar hjá CEDAW-nevndini at gera.
Inatsisartutlov nr. 3 af 29. november 2013 om ligestilling af mænd og kvinder. Á donskum.
Grønlendsk lóggáva um javnstøðu millum menn og kvinnur, útgivin á heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini í Grønlandi.
Indigenous peoples in Kalaallit Nunaat (Greenland). Qivioq Løvstrøm. IWGIA, 2022. Á enskum.
Grein eftir Qivioq Løvstrøm, forfólk í Mannarættindaráðnum í Grønlandi, um støðuna hjá kvinnum í Grønlandi.
Kunna teg um søguna hjá kvinnum í Grønland. Filmsbrot frá Visit Greenland. Á grønlendskum og enskum.
Eitt stutt filmsbrot, sum lýsir støðuna og søguna hjá kvinnum í Grønlandi seinastu hundrað árini.
Island
Ísland hevur klárað seg best á Global Gender Gap Index hjá World Economic’s Forum síðani 2009, men tað merkir ikki, at javnstøða er millum kynini í Íslandi. Kvinnur í Íslandi møta framvegis nógvum avbjóðingum vegna vantandi javnstøðu innan ymisk samfelagøki.
Niðanfyri er tilfar, ið greiðir frá støðuni hjá kvinnum og javnstøðu millum kynini í Íslandi.
Equality. Stjórnarráð Íslands. Á enskum
Ein heimasíða rikin av íslendska stjórnarráðnum við kunning um javnstøðu millum kynini í Íslandi og leinki til galdandi lóggávu.
Kvinnusøga. Kvinnusøgusavn. Á enskum.
Heimasíðan hjá Kvinnusøgusavninum í Íslandi við kunning um søguna hjá kvinnurættindum, kvinnustreikuni og aðrir tættir í feminiskari søgu í Íslandi.

